Vit fara at seyma
Í kvøld kemur Unn Baldursdóttir at leggja okkum lag á at seyma.
Vit vóna, at øll klára at gera okkurt, sum tey kunnu taka heim við, og at tit hava lært okkurt, sum tit eisini kunnu brúka heima.
Um tú eigur onkur gomul klæðir, ella onkrar restir av onkrum, so ert tú vælkomin at taka tað við. Hetta handlar alt um upcycling - at gera nýtt burturúr gomlum
Vit gleða okkum í øllum førum at taka ímóti Unn, og at síggja, hvat vit fáa burturúr
Byrjar:
29.10.2026 - KL. 19:30
Endar:
29.10.2026 - KL. 23:00
Komandi tiltøk
26
oktober
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
26
oktober
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur
27
oktober
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum